Um okkum

Hjá Brúðarlín vita vit, at brúðarkjólin er ein av teimum mest týðandi lutunum á stóra degnum. Okkara mál er at hjálpa tær at finna dreymakjólan – ein kjóla, ið kennist heilt rættur.

Vit bjóða eitt breitt úrval av dygdarkjólum í ymiskum sniðum og støddum, sum tú kanst koma og royna í frið og náðum. Vit veita persónliga vegleiðing og hava eisini góðar seymiførleikar, so kjólin kann tillagast júst til tín.

Brúðarlín hevur umleið 150 brúðarkjólar til leigu og eitt av størstu úrvalunum í Føroyum. Umframt brúðarkjólar leiga og selja vit eisini slør og annað tilhoyr, og í handlinum finnur tú brúðarskógvar, smykki, undirklæði og annað.

Harumframt hava vit barnaklæði til brúðargentur og -dreingir, føroyskar vestar og hosur til menn, fermingarkjólar, dópskjólar og veitslukjólar.

Vit umboða merkini Lilly og Morilee og frá 1. januar 2026 eisini kenda altjóða merkið Justin Alexander.

Brúðarlín varð stovnað í 1991 og hevur pyntað hundraðtals brúðrar gjøgnum árini. Beinta Lisberg yvirtók Brúðarlín 1. august 2025.

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum og avtala eina tíð, so tú í frið og náðum kanst finna dreymakjólan og alt, ið hoyrir stóra degnum til.