Brúðarkjólar til sølu
Vit hava eitt breitt úrval av brúðarkjólum frá Morilee, Justin Alexander og Lilly.
Kjólarnir fáast í ymiskum prísklassum.
Vegleiðandi prísir liggja millum 6.000 og 20.000 kr.
Tá tú skalt keypa brúðarkjóla
Vit mæla til, at tú byrjar at leita í góðari tíð. 8–12 mánaðir er ein passalig tíðarætlan, um tú vilt keypa ein brúðarkjóla.
Tað er ein fyrimunur at hava hugt á netinum, hvat tær dámar. Tú kanst eisini hyggja á heimasíðurnar hjá okkara veitarum, so tú fært eina betri hóming av, hvørjar møguleikar vit kunnu bjóða tær.
Leinki til okkara veitarar:
Vilt tú koma inn, royna og síggja okkara úrval, er neyðugt at bíleggja ein royndartíma.
- Ver væl fyri. Kom ikki ov móð og ikki ov svong. Tað kann vera eitt sindur krevjandi at standa og ganga leingi, og tey mongu inntrykkini krevja orku.
- Ver í góðum undirklæðum, sum sita væl og stuðla, har tey skulu. Ivast tú, ert tú altíð vælkomin at spyrja okkum.
- Undirklæði í hvítum ella nude eru ein fyrimunur, men ikki nakað krav.
- Ver ikki ov nógv smurd. Smyrsl og make-up kunnu smitta av á hvítu kjólarnar, og tí seta vit prís upp á, at tú ert varin við hesum.
- Ger tær tankar um, hvørt tú vilt leiga ella keypa ein brúðarkjóla.
- Tað er eisini umráðandi, at tú hevur eina hóming av prísinum/budgettinum, so vit vita, hvat vit arbeiða innanfyri.
- Ver varug við, at summir kjólar hava longri leveringstíð. Ert tú seint úti, kann tað vera neyðugt at taka eina avgerð innan fyri stutta tíð.
Summi hava tørv á at sova upp á øll inntrykkini. Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar, ella um tú vilt síggja onkran kjóla eina ferð afturat. Hetta kostar sjálvsagt einki.
Finnur tú ein brúðarkjóla, sum tú vilt keypa, hjálpa vit tær fegin víðari í gongdini.
Er kjólin í handlinum, kanst tú taka hann við heim beinanvegin.
Hava vit hann ikki á goymslu, bíleggja vit hann til tín. Tá ið tú bíleggur ein kjóla, verður helvtin goldin við bílegging, og hin helvtin, tá ið tú fært kjólan.
* Tær 500 kr., sum tú hevur goldið fyri royndartíman, verða trektar frá við fyrstu gjalding.
Tá ið vit hava fingið kjólan, kemur tú inn at royna hann eina ferð afturat, so vit tryggja okkum, at alt er, sum tað skal vera.
Er tørvur á tillaging við seyming, kunnu vit hjálpa tær við tí ella vísa tær til eina av okkara royndu og dugnaligu seymikonum kring landið.
Bílegg ein royndartíma
Vilt tú koma inn og royna okkara úrval, er neyðugt at bíleggja eina royndartíð frammanundan.
Brúðarkjólar til leigu
Tá tú skalt leiga brúðarkjóla
Vit mæla til, at tú byrjar at leita í góðari tíð. Vanliga eru 4–6 mánaðir nóg mikið, men í summartíðini kann úrvalið vera avmarkað vegna nógv brúdleyp.
Brúðarlín hevur umleið 150 leigukjólar. Úrvalið er avmarkað, og tí kann tað í summum førum vera neyðugt at velja ein keypskjóla. Leigukjólar verða vanliga tillagaðir og verða bert tillagaðir av Brúðarlín.
Leiguprísurin liggur millum 4.900 og 5.900 kr.
Afturat hesum kemur kostnaður fyri tilhoyr og seyming.
Kjólin verður vanliga útleveraður mikudag kl. 14.00–17.30 vikuna frammanundan brúdleypið og skal latast inn aftur eftir brúk. Reins er íroknað.
Vit hava eisini brúðartilhoyr til leigu, herundir undirskjúrt, slør, beltir og annað.
Brúðartilhoyr
Brúðartilhoyr
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum ella vitja handilin fyri nærri kunning. Vit veita fegin persónliga vegleiðing og hjálpa tær at finna júst tað tilhoyrið, sum hóskar til tín og tín stóra dag.
Vit bjóða eitt breitt og fjølbroytt úrval av brúðartilhoyri frá okkara veitarum Poirier, Lilly, Morilee og Justin Alexander.
Í okkara úrvali finnur tú bæði tilhoyr til sølu og til leigu – frá fínum detaljum til tað, ið fullger heildarútsjóndina.
Tilhoyrið kann eisini síggjast á heimasíðunum hjá okkara veitarum, og hava vit tað ikki á goymslu, kunnu vit altíð bíleggja tað til tín.
Brúðarvestar
Vit hava hvítar føroyskar vestar til brúðgommin. Vestarnir fáast í ymiskum støddum og við ymiskum mynstrum. Vilt tú leiga ein vest, er neyðugt at koma inn í handilin at passa og velja. Vesturin skal leggjast av, so tú tryggjar tær, at hann er tøkur, tá ið hann skal brúkast.
Soleiðis gongur tað fyri seg
Tá ið tú hevur lagt ein føroyskan vest av, skalt tú einans hugsa um at heinta hann mikudagin áðrenn, hann skal brúkast.
Tað vil siga, er brúdleypið leygardagin 10., skal vesturin heintast í Brúðarlín mikudagin 7. millum kl. 14.00 og 17.30, um ongin onnur avtala er gjørd.
Vit gera vestin kláran at fara í, og eftir brúk skalt tú einans avlevera hann aftur. Reins og annað taka vit okkum av.
Ver varugur við, at um summarið eru nógv brúdleyp, og tí kann okkurt vera umbiðið.
Prísir
Leiga av føroyskum vesti til brúðgomm: 1.500 kr.
Hosur og hosubond: 400 kr.
Við leiga av Vesti, hosum og hosubond: 1900 kr.
Brúðargenta
Vit leiga kjólar til brúðargentur í støddum 92–152.
Soleiðis gongur tað fyri seg
Tá ið tú hevur lagt ein brúðargentukjóla av, skalt tú einans hugsa um at heinta hann mikudagin áðrenn, hann skal brúkast.
(T.v.s. er brúdleypið leygardagin 10., skal kjólin heintast í Brúðarlín mikudagin 7. millum kl. 14.00 og 17.30, um ongin onnur avtala er gjørd.)
Vit gera kjólan kláran at fara í, og eftir brúk skalt tú einans avlevera hann aftur. Reins og annað taka vit okkum av.
Brúðardrongur
Vit leiga klædningar út í støddum 98–176 og hava eisini føroyskar vestar úr stødduni 92/98.
Soleiðis gongur tað fyri seg
Tá ið tú hevur lagt ein føroyskan vest av, skalt tú einans hugsa um at heinta hann mikudagin áðrenn, hann skal brúkast.
Tað vil siga, er brúdleypið leygardagin 10., skal vesturin heintast í Brúðarlín mikudagin 7. millum kl. 14.00 og 17.30, um ongin onnur avtala er gjørd.
Vit gera vestin kláran at fara í, og eftir brúk skalt tú einans avlevera hann aftur. Reins og annað taka vit okkum av.
Føroyskir vestar (Brúðarbørn)
Vit hava hvítar føroyskar vestar til brúðardrongin. Vestarnir fáast í ymiskum støddum og við ymiskum mynstrum. Vilt tú leiga ein vest, er neyðugt at koma inn í handilin at passa og velja. Vesturin skal leggjast av, so tú tryggjar tær, at hann er tøkur, tá ið hann skal brúkast.
Ver varugur við, at um summarið eru nógv brúdleyp, og tí kann okkurt vera umbiðið.
Prísur
Set teg í samband við okkum fyri at fáa ein prís.
Kom inn í handilin og hoyr nærri, ella set teg í samband við okkum – vit hjálpa fegin.