Konfirmatión

Konfirmatiónskjólar​

Vit selja konfirmatiónskjólar frá Brudedesign, Lilly og Panyotis – House of dreams.

Tú ert vælkomin inn í handilin og hyggja at úrvalinum ella seta teg í samband við okkum. Til ber at royna konfirmatiónskjólar, tá ið handilin er opin.

Klædningar

Vit leiga klædningar og hvítar skjúrtir út til konfirmantar. Klæðini fáast í støddum upp til og við stødd 176. Kom inn í handilin og hoyr nærri ella set teg í samband við okkum – vit hjálpa fegin.

Føroyskir vestar

Vit hava hvítar føroyskar vestar til konfirmantar. Vestarnir fáast í ymiskum støddum og við ymiskum mynstrum. Vilt tú leiga ein vest, er neyðugt at koma inn í handilin at passa og velja. Vesturin skal leggjast av, so tú tryggjar tær, at hann er tøkur, tá ið hann skal brúkast.

Soleiðis gongur tað fyri seg
Tá ið tú hevur lagt ein føroyskan vest av, skalt tú einans hugsa um at heinta hann mikudagin áðrenn, hann skal brúkast.


(T.v.s. er konfirmatiónin sunnudagin 10., skal vesturin heintast í Brúðarlín mikudagin 7. millum kl. 14.00 og 17.30, um ongin onnur avtala er gjørd.)


Vit gera vestin kláran at fara í, og eftir brúk skalt tú einans avlevera hann aftur. Reins og annað taka vit okkum av.

Prísir
Leiga av føroyskum vesti til konfirmant: 1.200 kr.
Hosur og hosubond: 300 kr.