Tíðindi
Konfirmatiónskjólar frá Brudedesign 🌸
✨ Konfirmatiónskjólar frá Brudedesign ✨ Freistin at bíleggja er 15. august
Rainbow skógvar nú í Brúðarlín. ✨
Rainbow brúðarskógvarnir eru nú komnir í Brúðarlín ✨ Við meira enn
Konfirmerast í heyst?
✨ KONFIRMATIÓNSDAGUR Í BRÚÐARLÍN ✨ Leygardagin 30. mai 2025 kl.10-15 bjóða
Okkara bestu ráð, tá tú skal velja tær ein brúðarkjóla
Vit mæla til at byrja 8–12 mánaðir áðrenn brúdleypið. Tað gevur tær tíð at hugsa teg um og tryggjar, at valið ikki verður avmarkað av leveringstíðum.
Ger tær frammanundan nakrar tankar um, hvørt tú vilt leiga ella keypa. Eisini er ein fyrimunur at hava eina hóming av budgettinum, so vit kunnu vegleiða tær best møguligt.
Tað hjálpir nógv, um tú áðrenn fyrstu royndartíðina hevur hugt at myndum og hevur eina hóming av, hvat tær dámar, og hvat passar til tín stíl.
Ein brúðarkjóli skal ikki bara vera vakur. Hann skal eisini geva komfort, tryggleika og góða kenslu allan dagin. Ofta fellur brúðurin fyri einum øðrum sniði enn væntað, og tí er ein royndartíð sera umráðandi.
- Royndartíð kostar 500 kr.
- Umleið 90 minuttir, har tú ert einasti kundin í handlinum
- Persónlig vegleiðing og friðarlig uppliving
- Møguleiki at hava 2–3 gestir
- Te, kaffi og okkurt søtt er íroknað
- Finnur tú ein kjóla, trekkja vit tær 500 kr frá keyps/leigu prísinum.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi royndartíðini, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Tá ið tú hevur funnið rætta kjólan, vegleiða vit teg í tillagingum. Vit arbeiða saman við dugnaligum seymikonum kring landið og hjálpa tær at finna bestu loysnina. Upplegg og aðrar tillagingar mugu vanliga roknast við.
Rætti brúðarkjólin gevur eina kenslu av ró og gleði – eitt stillisligt ja, sum tú kennir við hjartanum.
Bílegg ein royndartíma
Vilt tú koma inn og royna okkara úrval, er neyðugt at bíleggja eina royndartíð frammanundan.
Okkara kundar
“Vit eru fegin um at hava verið partur av teimum stóru løtunum, við klæðum og tilhoyri frá Brúðarlín.”
Um okkum
Hjá Brúðarlín vita vit, at brúðarkjólin er ein av teimum mest týðandi lutunum á stóra degnum. Okkara mál er at hjálpa tær at finna dreymakjólan – ein kjóla, ið kennist heilt rættur.
Vit bjóða eitt breitt úrval av dygdarkjólum í ymiskum sniðum og støddum, sum tú kanst koma og royna í frið og náðum. Vit veita persónliga vegleiðing og hava eisini góðar seymiførleikar, so kjólin kann tillagast júst til tín.
Brúðarlín hevur umleið 150 brúðarkjólar til leigu og eitt av størstu úrvalunum í Føroyum. Umframt brúðarkjólar leiga og selja vit eisini slør og annað tilhoyr, og í handlinum finnur tú brúðarskógvar, smykki, undirklæði og annað.
Harumframt hava vit barnaklæði til brúðargentur og brúðardreingir í øllum aldri, føroyskar vestar og hosur til menn, fermingarkjólar, dópskjólar og veitslukjólar.
Vit umboða merkini Lilly og Morilee og frá 1. januar 2026 eisini kenda altjóða merkið Justin Alexander.
Brúðarlín varð stovnað í 1991 og hevur pyntað hundraðtals brúðrar gjøgnum árini. Beinta Lisberg yvirtók Brúðarlín 1. august 2025.
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum og avtala eina tíð, so tú í frið og náðum kanst finna dreymakjólan og alt, ið hoyrir stóra degnum til.
Skriva til okkum
Skriva okkum eini boð, um tær tørvar hjálp
Seymikonur
Vit arbeiða saman við hesum seymikoninum kring landi.
Frk. Debes
Irdi Debes
+298 769910
Tórshavn
Stina
Kristina Glyvradal
+298 274632
Leynar
Seymistovan
við Unn
+298 457162
Klaksvík