Keypskurv (0)

Keypskurvin er tóm

The 'eCom_Cart' module could not be found

Vælkomin! Brúðrar og konfirmantar verða vinarliga biðin um at avtala tíð, so vit kunnu veita tykkum bestu tænastuna

At royna brúðarkjólar er fyri tær flestu eitt tað týdningarmesta í brúdleypsfyrireikingunum - kjólin skal bara vera fullkomin. Hetta vita vit hjá Brúðarlín. Uttan mun til hvønn kjóla tú droymir um - annaðhvørt tú ætlar at leiga ella keypa - er okkara mál at gera tín dreym til veruleika.

Hvørt leiga ella keyp er tað rætta fyri teg, kanst bert tú sjálv avgera. Vit skilja væl tær, ið halda at brúðarkjólin er somikið persónligur, at hann má eigast. Fyri nógvar er hetta somuleiðis eitt gott minni um stóra dagin, sum tær vilja goyma heima í klædnaskápinum. Aðrar velja kanska at seyma kjólan um til dópskjóla ella líknandi.

Hinvegin eru aðrir fyrimunir við at leiga. Fakta er - vóna vit í øllum førum - at tú bert nýtir brúðarkjólan ta einu ferðina. Og skuldi tað hent, at tú av einhvørjari orsøk velur at giftast uppaftur, er tað neyvan í sama kjólanum, sum fyrru ferð. Kann eisini hugsast at kjólin fer av móta. Síðst, men ikki minst, eru nógvir pengar at spara við at leiga - pengar sum tú møguliga heldur velur at brúka uppá at forkela teg á annan hátt til stóra dagin.

Kanningar vísa, at bert 4 út av 100 kvinnum, ið halda seg hava funnið rætta brúðarkjólan á netinum, enda við at velja hendan kjólan. Myndir og veruleiki er hvør sítt - tínar meiningar saman við okkara førleikum viðføra oftast, at tann rætti kjólin er ein annar enn tann, tú upprunaliga helt. Av hesi sannroynd vilja vit fyrst tilmæla tær leiguloysnina.

Um so er, at vit onkursvegna ikki megna at innfría tíni ynskir við okkara kjólum, ella tú frammanundan hevur ein ávísan kjóla í huganum, eru vit sjálvsagt eisini sinnaði at vegleiða. Vit hjálpa fegin at finna kjólan á netinum og bíleggja hann heim fyri teg fyri eitt ómaksgjald. Hetta er tó bert galdandi fyri merkir, vit umboða. Skuldi tað hent, at hesin kjólin kortini ikki er akkurát tað, bjóða vit okkum at taka kjólan inn, eftir ávísum treytum. Á henda hátt er møguleiki fyri at tú ikki sjálv kemur at hanga uppá ein óegnaðan kjóla og óneyðuga avbrendar krónur.