Keypskurv (0)

Keypskurvin er tóm

The 'eCom_Cart' module could not be found

Vælkomin! Brúðrar og konfirmantar verða vinarliga biðin um at avtala tíð, so vit kunnu veita tykkum bestu tænastuna

Um Brúðarlín

Hjá Brúðarlín vita vit, at hjá eini brúður er kjólin ein tann týdningarmesti parturin av brúdleypinum. Okkara endamál er at geva kvinnum í brúðartonkum ríkar møguleikar at finna dreymakjólan til stóra dagin.

Hetta gera vit við at bjóða eitt stórt úrval av dygdarkjólum í alskyns sniðum og støddum, sum tú kanst koma og royna. Á henda hátt kanst tú best síggja, hvønn kjóla tú kennir teg best í, eins og vit vegleiða og ráðgeva tær til rætta kjólan. Eisini hava vit dugnaligar seymiførleikar, so møguleiki altíð er fyri at tillaga kjólan júst til tín tørv.

Brúðarlín hevur yvir 100 kjólar til leigu og sostatt helst størsta úrvalið av kjólum í Føroyum.

Umframt brúðarkjólar hava vit eisini eitt sera fjølbroytt úrval av brúðarskóm, slørum, undirkjólum, smykkum, undirklæðum til brúðrina, eins og vit hava klæðir til brúðarbørn, føroyskar vestar, hosur og hosubond til brúðgommin, dópskjólar vm.

Síðani januar 2012 hava vit eisini selt fermingarkjólar. Vit eru sera errin og glað um at vera blivin umboð fyri vøkru Lucca og Lilly fermingar- og brúðarkjólarnar í Føroyum.
http://www.luccabride.com/shop/frontpage.html

Brúðarlín varð stovnað í 1991 av Anniku Gaard við útleigan av brúðarkjólum og tilhoyri fyri eyga. Í gjøgnum ár og dag hevur Brúðarlín pyntað hundraðtals brúðrar.
 
Í apríl 2011 yvirtók Olevina Egilstoft virksemið hjá Brúðarlín og í 2014 flutti Brúðarlín inn í stásilig hølir í Sandavági.
 

Ver vælkomin at avtala eina tíð við okkum, har tú í frið og náðum kanst koma og finna dreymakjólan.