Keypskurv (0)

Keypskurvin er tóm

The 'eCom_Cart' module could not be found

Vælkomin! Brúðrar og konfirmantar verða vinarliga biðin um at avtala tíð, so vit kunnu veita tykkum bestu tænastuna

Tíðarbílegging

Ver vælkomin at avtala eina tíð við okkum.
Vit seta 2 tímar av, so vit í frið og náðum í felag finna rætta kjólan til tín.

Vit tilmæla sjálvsagt, at tú kemur í góðari tíð undan brúdleypsdegnum, helst í minsta lagi 2-3 mánaðir frammanundan, so tú sleppur undan at stressa í síðstu løtu - tá hevur tú ríkiligt av øðrum at hugsa um!
Við hesum er eisini størri møguleiki fyri at ongin annar hevur fingið gott eyga á tín kjóla.
Tó so - tú ert hjartaliga vælkomin, hóast tað bert eru vikur ella dagar til brúdleypið.

Tú ert sjálvsagt eisini vælkomin at taka onkran við tær, ið tú kennir væl og sum hevur eina meining, tú tolir at hoyra :)

Tú kanst bíleggja tíð við senda okkum ein teldupost á olevina@brudarlin.fo ella ringja á tlf. 76 99 10.