Keypskurv (0)

Keypskurvin er tóm

The 'eCom_Cart' module could not be found

Vælkomin! Brúðrar og konfirmantar verða vinarliga biðin um at avtala tíð, so vit kunnu veita tykkum bestu tænastuna

Kjólarnir

Vit hava yvir 100 brúðarkjólar til útleigan á okkara framsýning í Sandavági.
Og vit endurnýggja støðugt úrvalið, so vit altíð hava nýggjar og mótarættar kjólar í at velja.

Vit hava støddir úr 34 upp í 54, umframt at vit fegin tillaga kjólan til tín tørv, eitt nú seyma upp/niður og inn/út og seta stroppar á við meira.

Brúðarlín leggur seg eftir bert at umboða altjóða dygdarmerki av brúðarkjólum. Á henda hátt hevur tú trygd fyri at tilfar, snið og góðska altíð er fyrstafloks.

Brúðarlín keypir ikki brúðarkjólar frá privatum.