Keypskurv (0)

Keypskurvin er tóm

The 'eCom_Cart' module could not be found

Vælkomin! Brúðrar og konfirmantar verða vinarliga biðin um at avtala tíð, so vit kunnu veita tykkum bestu tænastuna

Handilstreytir

Prísir
Á heimasíðuni verða vístir annaðhvørt keypsprísir ella leiguprísir. Tá talan er um leiguprís, er hetta tilskilað á vøruni.
Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK) og íroknaðir MVG
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.

 

Leiga
Legg til merkis, at prísurin á ávísum vørum, serliga kjólum og barnaklæðum, er vístur sum leiguprísur. Hesar vørur kunnu sostatt ikki keypast umvegis heimasíðuna.

Hóast vit ikki vænta, at tú velur at leiga ein kjóla umvegis heimasíðuna, hava vit valt at geva tær møguleikan at síggja nakrar av kjólum okkara, har leigukostnaðurin eisini er upplýstur. Um tú kortini velur at trýsta á Leiga fyri ein leigukjóla, heita vit á teg um at upplýsa dagfesting fyri nær kjólin skal brúkast. Vit seta okkum eftirfylgjandi í samband við teg og avtala nærri.

Leigutíðarskeiðið fyri brúðarkjólar og tilhoyr er vanliga frá fríggjadegi til mánadag um ikki onnur avtala er gjørd. Uttanfyri vikuskifti er leigutíðarskeiðið 2 gerandisdagar.
Leigukostnaðurin skal rindast innan avheintan. Íroknað leiguprísin er strúking/damping og reins.
Um kjólin skal tillagast ella seymast um, má væntast ein eykakostnaður fyri hesa tænastu.
Klæðir, sum eru ogn hjá Brúðarlín, mugu á ongan hátt broytast ella tillagast uttan at hetta er sambært avtalu.
Tað er ikki loyvt kundanum at vaska/reinsa klæðini sjálvur, tá skeiv viðgerð kann viðføra óbøtaligan skaða á klæðini.

Keyp/bílegging
Tú bíleggur við at skriva allar týðandi upplýsingar í bíleggingarteigarnar.
Teigarnir fyri navn, bústaður, bygd/býur, teldupostur, telefon skulu útfyllast.
Bíleggingarváttan verður send til teldupost adressuna.
Vit avgreiða ordran skjótast gjørligt. Er vøran á goymslu, royna vit at senda hana sama dag ella dagin eftir at bíleggingin er goldin.
Er vøran ikki á goymslu, royna vit at útvega hana innan 10 dagar.

Gjaldshættir
Bíleggingar kunnu í løtuni berta gjaldast við peningastovnsflyting.
Á kvittanini, tú fært sendandi við telduposti, standa kontoupplýsingar hjá Brúðarlín.

Leveringshættir
Vøran (undantikið brúðarkjólar) verður annaðhvørt send við Posta (móttakarin rindar flutningskostnað á kr. 50,-) ella vøran kann verða avheintað hjá Brúðarlín.
Brúðarkjólar kunnu einans útflýggjast við avheintan.

Returrættur
Um tú iðrar teg um keypið innan 14 dagar, afturgjalda vit fullan prís fyri vøruna, treytað av at vøran er óskadd og í upprunaemballagu. Vøra, ið verður latin inn aftur innan 14 dagar, men sum ikki uttan víðari kann seljast sum nýggj, verður ikki endurgoldin við fullum prísi. Kundin skal sjálvur syrgja fyri at lata vøruna aftur til Brúðarlín.